Færøerne

Annika vil stjórna kongaríkinum

By 28. februar 2011 oktober 22nd, 2017 No Comments

Artikel i den færøske avis Sosialurin om mit folketingskandidatur

Hon gjørdist limur í Sosialistiska Fólkaflokkinum fyri trimum árum síðan, tí hon var misnøgd við Sosialdemokratarnar. Nú er hon í landsnevndini hjá flokkinum og bjóðar seg fram til komandi fólkatingsval við føroyskari fyrimynd

Villy Søvndal. Ida Auken. Ole Sohn. Kamal Qureshi. Holger K. Nielsen. Og Annika Smith.
Millum garvaðu og óroyndu valevnini hjá Sosialistika Fólkaflokkinum er ein føroysk kvinna, sum vónar at fáa ávirkan á danskan landspolitikk í komandi valskeiði.
Fríggjadagin varð greitt, at føroyska Annika Smith verður á vallistanum hjá flokkinum, tá danir skulu velja fólkatingsumboðini av nýggjum komandi ár.
Hon verður uppstillað í Keypmannahavn, har hon millum annað skal kappast við Villy Søvndal, floksformannin, og Ida Auken, sum stóð seg væl við seinasta val, um atkvøðurnar.
34 ára gamli føroyingurin ræðist ikki avbjóðingina. Hon er bjartskygd og bjóðar seg fram við einum endamáli. At verða millum teir 179 fólkatingslimirnar, sum verða valdir.
– Tað er eingin orsøk at stilla upp, um tú ikki ætlar tær inn. Tað verður torført, men eg elti møguleikan. So nú fari eg undir fyrireikingarnar til valdystin, sum byrjar av álvara eftir summarfrítíðina, sigur Annika úr horninum í Keypmannahavn.
Hon er ein av 16, sum eru uppstillað fyri SF í Keypmannahavn. Annika sigur, at flokkurin væntar at fáa seks fólkatingsumboð úr danska høvuðsstaðarøkinum.

Stríðist fyri rættvísi
Annika Smith hevur tørv á at ávirka samfelagið, sum hon býr í. Tað er einfalda orsøkin, at hon fer at bjóða hinum uppstillarunum av. Hennara uppgáva verður fyrst og fremst at sláa manngarð um tey, sum eru illa stødd. Hon vil verða røddin hjá narkomanum, skøkjum og øðrum árendum, samstundis sum hon fer at stríðast fyri sosialari javnvág, har arbeiði skal verða til allar hendur og øll hava javnbjóðis møguleikar og rættindi.
– Tað er mín greiða sannføring, at hvør einstakur skal hoyrast. Gjógvin millum rík og fátøk er ov stór í løtuni, og tað eru millum knútarnar, sum eg vil loysa. Eg stríðist í grundini fyri rættvísi, sigur hon.
Hennara politiski áhugi stavar frá, at hon hevur millum annað búð í Peru í Suðuramerika. Hon hevur sæð vantandi virðingina fyri fólkaræðinum og mannarættindum.
Annika hevur seinastu árini starvast sum politiskur ráðgevi í Norðuratlandsbólkinum. Hon arbeiddi eitt skifti fyri ST í New York, og hon hevur eisini arbeiðsroyndir úr ES-skipanini í Brussel.

Vísti SD aftur
Aftaná at kríggið í Irak og Afganistan brast á, myndirnar av Mohammed og greiða høgravenda meirilutan í Danmark, hevði Annika sæð nógmikið. Hon tók blaðið frá munninum og ritaði seg inn í SF í 2007.
Sum ung var hon annars limur í DSU (Dansk Socialdemokratisk Ungdom). Men tá hon skuldi taka endaligu avgerðina, vísti hon flokkinum, sum seinastu 130 árini hevur stríðst fyri rættvísi, aftur. Sosialdemokratarnir høvdu eftir hennara tykki flutt seg ov nógv móti miðjuni.
Donsku fjølmiðlar hava seinastu mánaðirnar varpað ljós á, at Sosialistiski Fólkaflokkurin somuleiðis nærkast miðjuni. Annika er hinvegin av tí fatan, at flokkarnir nærkast hvør øðrum sum eitt sterkt og realistiskt alternativ til borgarligu stjórnina.
Annika hevur gjørt stór framstig, síðan hon . Hon er limur í landsleiðsluni hjá flokkinum, har hennara uppgáva millum annað er at leggja komandi valdystin til rættis og at skipa samstarvið við Sosialdemokratarnar.
Sosialistiki Fólkaflokkurin tók flestar danir á bóli við seinasta fólkatingsval. Undir leiðslu av Villy Søvndal eydnaðist tað flokkinum at tvífaldaði talið av fólkatingsumboðum úr 11 í 23.
Ein av orsøkunum er, at flokkurin er øðrvísi og meira tíðarhóskandi enn aðrir. Flokkurin hevur millum annað varpað ljós á, at hóast Vesturheimurin stendur seg væl fíggjarliga, eru tað framvegis fleiri, sum eru í stórum trupulleikum. SF hevur eisini gingið á odda í kjakinum um veðurlagsbroytingar.

Áhuga fyri føroyskum politikki
Tað verður við føroyskari fyrimynd, at Annika ætlar sær undir stríðið fyri rættvísi. Í starvinum sum politiskur ráðgevi í Norðuratlandsbólkinum hevur hon havt tætt samstarv við Høgna Hoydal.
Og Annika er skjót at svara, tá hon verður spurd, hvør hennara politiska fyrimynd er.
– Høgni Hoydal. Hansara ágrýtni og nærlagni er fyrimyndarligt. Hann syrgir altíð fyri at vera kunnaður um viðurskiftini og grundgevur væl fyri sínum sjónarmiðum, greiðir hon frá.
Annika er av Tvøroyri. Sum átta ára gomul flutti hon til Danmarkar við familjuni, har hon hevur búð síðan. Hon fjalir ikki, at hon kundi væl hugsað sær at flutt aftur til Føroya. Hóast Annika nú hevur tikið fyrsta fetið sum politikkari við at bjóða seg fram fyri SF, er hugsandi, at hon fer at gera seg galdandi í føroyskum politikki í framtíðini.
Hon sigur, at hon ætlar ikki at tiga, um hon flytir heim. Eitt mál, sum hon kundi hugsað sær at loyst í Føroyum er at skilja politikk og religión.
– Mær leingist heim. Men flyti eg, so fari eg eisini at leingjast eftir gerandisdegnum í Danmark. Eg eri í eini tvístøðu, men sleppi eg inn í Fólkatingið, verði eg sjálvsagt verandi. Men nú hugsi eg um valdystin, og vónandi fara føroyingar, sum eru bústaddir í Keypmannahavn, at stuðla mær. Ikki einans, tí eg eri føroyingur, men tí tað er ein fyrimunur fyri Føroyar at hava ein fólkatingslim, sum skilir føroysk sjónarmið, sigur Annika Smith.

FAKTA:
Navn: Annika Smith
Føðingardagur: 11. juni í 1976
Bústaður: Keypmannahavn
Starv: Ráðgevi í Norðuratlandsbólkinum og limur í landsleiðsluni hjá SF
Útbúgving: Kandidatur í menning og altjóða viðurskiftum
Arbeiðsroyndir: Í ST í New York, í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi, í ES-kommisiónini og føroysku umboðsstovuni í Brússel, hjá RCT (Rehabiliteringscenter for torturofre) í Keypmannahavn.

Sosialurin.fo – Mánadagur 12. juli 2010 – kl. 13:14