Annika i pressenArtikler

NÝGGJASTA FØROYSKA NAVN Í DONSKUM POLITIK

By 25. marts 2011 oktober 22nd, 2017 No Comments

Annika Smith er nýggjasta føroyska navnið i donskum politikki. 34 ára gamla føroyska kvinnan stillar upp fyri Sosialistisk Folkeparti (SF) á komandi fólkatingsvalinum við rættindum hjá samkyndum til t.d. kirkjuliga vígslu í Føroyum og í Danmark sum hjartamál.

– Tá ið eg í 2007 til 2008 búði í New York og arbeiddi fyri Sameindu Tjóðir (ST), og fólk spurdu meg, hvaðani eg kom frá, og eg svaraði úr Føroyum, vistu tey ikki, hvat eg tosaðium. Og tá ið eg svaraði Danmark, vóru Mohammedtekningarnar og Dansk Folkeparti tað einasta, tey kendu Danmark fyri sigur 34 ára gamla Annika Smith. Tí fór hon upp í politikk. 

– So tú kanst siga, at Dansk Folkeparti fekk meg uppí politikk sigur Annika Smith flennandi.

Føroyar kunnu møguliga fáa sín 3. fólkatingslim á danska fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi um umleið eitt ár. Sitandi borgarliga stjórnin hevur havt valdið í donskum politikki í tvey valskeið og verandi valskeið er um at vera av. Bert eitt ár er eftir av tíðarskeiðnum hjá Lars Løkke Rasmussen og restina av borgarligu stjórnini. Ein av teimum, sum ætlar sær at stilla upp til fólkatingsvalið, og sum komandi tíðina kastar seg út í eitt valstríð, er júst Annika Smith. Hon hevur longu fingið eina góða byrjan í flokkinum, har hon hóast sín unga aldur longu er vorðin stýrislimur hjá SF í valdøminum Keypmannahavn, og tað hóast hon einans hevur verið limur í flokkinum síðani 2007. 

Annika Smith er føroysk inn á bein, men hevur búð í Danmark meginpartin av lívinum. Hon er ættað av Tvøroyari, búði nøkur ár sum barn í Føroyum og í 2007 eitt ár í New York, har hon var junior assistant á høvuðsskrivstovuni hjá ST, men er síðani flutt aftur til Danmarkar og beint uppí politikk. Hon meldaði seg inn í SF við áðurnevndu grundgeving. Ella sum hon segði við danska blaðið Information 14. juli 2007 í einari grein um danskarar og politikk: 

– SF er det bedste valg, hvis man vil gøre op med Dansk Folkepartis indflydelse på den politiske dagsorden derhjemme.

 22. oktober byrjaði Annika Smith at stríðast fyri einum av mongu fólkatingsessunum. Í einum lesarabrævi í Panbladet, ið er blaðið hjá teimum samkyndu í Danmark, skrivaði hon um rættindi hjá samkyndum í Føroyum og í Danmark.  

– Jeg deler fuldt ud LGBT Danmarks vrede over Jenis av Rana og Co. Jeg deler også deres kritik af, at Færøerne ikke har skærpet lovgivningen mod hadforbrydelser. Men hvorfor som altid trække kolonihuen ned over ørerne på færingerne og placere dem i skammekrogen af det danske rige, fordi de ikke gør som Danmark? Hvorfor ikke hellere ønske og opfordre Færøerne til tage udgangspunkt i det bedste eksempel? Lande som Island og Sverige har mere ligestilling for homoseksuelle i lovgivningen end Danmark. Hvorfor ikke følge dem? skrivaði Annika Smith.

 Grundleggjandirættindi

At samkynd ikki hava somu rættindi í Føroyum og í Danmark sum øll onnur til t.d. at verða vígd í einari kirkju, er eitt av hjartamálunum hjá Anniku Smith, og tað er eitt av málunum, hon ætlar at fara til val uppá at broyta. Hon er full greið yvir, at hon ikki kann broyta rættindini hjá samkyndum í Føroyum í fólkatinginum, men sum hon sjálv málber seg:  

– Fyri meg er tað grunnleggjandi universal rættindi.

Annika Smith heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at tað ikki verðurboðskapurin, sum Jenis av Rana ber í miðlunum runt norðurlond, sum verður umboðandi fyri Føroyar.

 – Eg kenni Føroyar sum eitt øgiliga gestablítt land, og eg gjørdist ill og forargað (tá Jenis av Rana ikki vildi sita til borðs saman við samkynda íslendska forsetismálaráðharranum, sum vitjaði Føroyar við makanum, red.), tí Jenis av Rana kannaði sær stuðulin frá øllum í landinum. Og hvat hevur hann? Einar 500 atkvøður aftanfyri seg? spyr Annika Smith retoriskt út í luftina uttan at vænta svar.

 – Eg varð uppringd av fólki í SF, sum spurdi meg, hvat hendir haruppi?, tá ið tey hoyrdu úttalilsini hjá Jenis av Rana sigur Annika Smith.

 Ikki bert Føroyar

Hóast Annika Smith nú stillar upp til danska fólkatingið, so heldur hon ikki, at Danmark er nakað skúladømi uppá, hvussu eitt samfelag skal fara við t.d. samkyndum. Og hon heldur ikki, at Føroyar skulu hyggja til Danmarkar í hesum spurninginum. Danmark haltar eisini aftan fyri grannalondini sambært Anniku Smith. 

Ísland fyrimynd

– Eg haldi, at tað næstan er ein refleks í Føroyum at skeita til Danmarkar, men Danmark er ikki so langt frammi í kjakinum um rættindi hjá samkyndum, sigur Annika Smith og vísir á, at bæði í Íslandi og í Svøríki og í ein ávísan mun eisini í Norra, er møguligt hjá samkyndum at verða vígd í kirkju. Man skal taka støðu út frá tí bestu fyrimyndini, sigur Annika Smith, og tí átti Føroyar og Danmark kanska heldur at leita til Íslands eftir íblástri. Annika Smith er tó fullgreið yvir, at politiska kjakið í Føroyum als ikki er búgvið til at taka støðu til, um samkynd skulu sleppa at verða vígd í kirkjum.  

– Í so máta er Grønlandí grundini komið longri enn Føroyar. Í grønlendska tinginum hevur man kjakast um, um samkynd skulu sleppa at blíva vígd í grønlendskum kirkjum  sigur Annika Smith. Kjakið í Grønlandi er uttan rokning, tí familjurættur og fólkakirkja eru donsk málsøki í Grønlandi. Annika Smith heldur, at tað kundi verið áhugavert, um Føroyar valdu at yvirhála hini londini í ríkisfelagsskapinum í spurninginum um rættindi hjá samkyndum. Hon er als ikki í iva um, at samkynd skulu hava somu rættindi sum øll onnur í Føroyum, og tað merkir sjálvandi eisini, at tey skulu hava rættin til at verða vígd í føroysku kirkjum og ikki bert rættin til at skráseta seg í parlagi. Ein rættur, samkynd ikki hava í Føroyum í dag, og ein rættur, sum ein meiriluti av føroysku løgtingslimum ikki ynskir av geva teimum, sambært einari rundspyrju, hetta blaðið gjørdi fyri kortum. Ella sum Annika Smith skrivaði í Panblaðnum.

 – Som SF’er og som færing synes jeg kun, det kan gå for langsomt med at få gennemført de ændringer, der skal til, for at lovgivningen i Færøerne og i Danmark kommer til at afspejle lige muligheder og accept af homoseksuelle på linje med heteroseksuelle. Mange færinger er trætte af religiøs tågesnak og finder forbilleder i Island og den islandske statsminister i kampen for homorettigheder. De behøver ikke en dansk hammer svingende over hovederne – de behøver det bedste eksempel.

Kennir Christiansborg

Hóast Annika Smith enn er langt frá einum fólkatingssessi (hon stillar upp í sama valdømi sum formaðurin í SF, Villy Søvndal, og Margrethe Auken, red.) so finnur hon runt bæði á Christiansborg og í føroyskum politikki. Annika Smith hevur longu sín gerandisdag í fólkatinginum, har hon er politiskur ráðgevi hjá Norðuratlansbólkinum og grønlendsku og føroysku fólkatingslimunum í bólkinum. Hvørki Norðuratlansbólkurin ella hon síggja nakran trupulleika í at stilla upp fyri Sosialistisk Folkeparti, samstundis sum hon arbeiðir fyri fólkatingspolitikarar frá øðrum flokkum. Sjónarmiðini hjá Norðuratlantsbólkinum og hennara egnu liggja tætt, sigur hon. Tað er tó eisini á økjum, at Annika Smith víkir frá sjónarmiðunum hjá SF. Til dømis er Annika Smith ikki fyri at steðga grindadrápi, eins og SF, men tú kanst ikki vera heilt samdir í øllum, sum ein flokkur stendur fyri, heldur Annika. 

Um Anniku Smith

Hon er ættað úr Føroyum, er 34 ára gomul og arbeiðir sum politiskur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum. Hon er útbúgvin cand.scient.soc i menning og altjóða viðurskiftum (sosiolog)og var m.a. í praktikk hjá Europakommissjónini og á føroysku sendistovuni í Bruxelles. Hon hevur lisið í Lima í Peru. Har bleiv hon sambært egnari útsøgn tilvitað um, at fólkaræði og mannarættindi ikki er nakað, sum skal takast fyri givið. Politiski áhugin hjá henni vaknaði í Peru. Hon var forkvinna fyri Socialistisk Folkeparti á Vesturbrúgv 2008-09. Stýrislimir for SF í býarpartinum Frederiksberg 2010. Stýrislimir fyri SF i Región Høvuðsstaðurin.

Portræt af Annika i Dimmalætting den 29. oktober 2010.

Skrevet af Heini Gaard.