Annika i pressenArtikler

Nýggj stjórn – nýggjur føroyapolitikkur?

By 27. marts 2011 oktober 22nd, 2017 No Comments

Í Danmark nærkast eitt spennandi fólkatingsval og – helst – eisini ein nýggj reyð stjórn. Hetta er eitt val, sum føroyingar í Keypmannahavn og restini av Danmark kunnu taka lut í.

Men hvat kunnu teir – og Føroyar – vænta sær av eini nýggjari stjórn? Hvørja støðu fer ein nýggj stjórn at hava til føroyskan sjálvsavgerðarrætt og føroyska grundlóg? Og hvussu fer ein nýggj stjórn at samstarva við Føroyar um at skapa ein tryggari búskap og eini betri vernd móti vanlukkum sum teirri, ið Eik endaði í?

Tað fara Villy Søvndal, formaður í SF, Annika Smith, føroyskur-danskur fólkatingskandidatur fyri SF í Keypmannahavn og Høgni Hoydal, fólkatingslimur og formaður í Tjódveldi at siga sína hugsan um.

– Kom og hoyr teirra visiónir um samstarvið millum Føroyar og Danmark, tak lut í orðaskiftinum, og ver við til at ávirka føroyapolitikkin hjá teirri nýggju stjórnini hósdagin 13. januar kl. 20-22 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Vesterbrogade 17A, 1620 København!


 

Af Ólavur í Beiti

Bragt på vagaportal.fo den 10. januar 2011