Annika i pressenArtiklerFærøerne

Politikkur alt døgnið

By 28. marts 2011 oktober 22nd, 2017 No Comments

Gerandisdagar er hon politiskur ráðgevi í Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg. Kvøldini og vikuskiftini fara við fyrireikingum til fólkatingsvalið, har hon er uppstillað fyri SF. – Mítt starv merkir, at eg arbeiði mitt í øllum politisku leysasøgunum. Tað er næstan ov spennandi nú, sigur Annika Smith av Tvøroyri, sum satsar alt upp á at fáa ein fólkatingssess.

Annika Smith hevur arbeitt handan politisku leiktjøldini síðani 2005. Nú ætlar hon sær upp á pallin at átaka sær leiklutin sum ein av teimum, ið skal stjórna Danmark næstu fýra árini. Gongst sum ætlað, kann hon seta seg niður í ein av teimum 179 sessunum í fólkatingssalinum á Christiansborg, eftir sjálvt valið.

Fyri seks árum síðani byrjaði Annika sína dagligu gongd á einum av mongu skrivstovunum á Christiansborg. Sum politiskur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum hevur hon syrgt fyri, at limirnir eru kunnaðir og fyrireikaðir um dagsins politisku avbjóðingar. Nú hevur Annika tó eitt ynski um at vera tann, sum leiðir landinum og tekur politisku avgerðirnar.

– Tann dagin valið verður útskrivað, taki eg frí í tríggjar vikur. So satsi eg alt eg havi av tíð, orku og pengum fyri at fáa ein fólkatingssess, sigur Annika avgjørd. Hon vil ikki lata nakran iva vera um, at hon meinar tað, sum hon sigur. Ja, í roynd og veru meinar Annika Smith rættiliga nógv. Ikki minst politiskt.

Stutt leið til toppin

Tað eru kortini ikki nógv ár síðani, at Annika Smith limaði seg inn í SF. Árið var 2007 og Annika Smith var stødd í USA. Sum heilt ung var hon limur í ungmannafelagnum hjá Socialdemokratunum. Sum 30 ára gomul gekk tað upp fyri føroyska fólkatingsvalevninum, at Socialdemokratarnir ikki var rætti flokkur hennara. Tískil vendi Annika teimum, sum nærkaðust politisku miðjuni meira enn hon brýggjaði sær um, bakið og meldaði seg inn í SF.

Tilvildin ráddi fyri, at Annika gjørdist limur nummar 10.000, sum SF fekk. Hetta tryggjaði henni eina innbjóðing til næsta landsfundin hjá flokkinum, har Annika fekk høvi at røða og soleiðis geva sína politisku hugsjónir til kennar. Eftir hetta gekk tað skjótt.

Annika Smith varð vald forkvinna hjá SF á Vesterbro í 2008, sama ár, sum hon flutti til Danmarkar aftur. Tvey ár seinni, í fjør, gjørdist Annika Smith limur í landsnevnd floksins, har hon saman við formanninum Villy Søvndal, Ole Sohn og øðrum royndum kreftum, hevur verið við til eitt nú at menna samstarvið við Socialdemokratarnar.

Í dag, fýra ár eftir limaskapin í SF, er Annika í gongd við at leggja síðstu hond á faldarar, plakatir og annað, sum hon skal brúka, tá valstríðið verður skotið í gongd.

– Hetta vísir bara, at tað ikki er langt frá niðastu til ovastu rók í SF. Hjá mær hevur tað gingið ógvuliga skjótt og eg meti eisini, at eg havi havt nógva ávirkan á tann politikkin, sum flokkurin førir í dag, sigur Annika Smith.

Føroyar sum hjartamál

Sjálv hevur Annika eisini nøkur heilt ítøkilig mál, hon ynskir at arbeiða fyri, sum ikki eru felagsmál hjá øllum flokkinum. Eitt nú ynskir hon at virka fyri størri føroyskum sjálvræði, eini betri búskaparligari skipan fyri Føroya og fyri bøttum rættindum hjá føroyskum samkyndum.

Samstundis hevur Annika eisini nøkur politisk hjartamál, sum eru knýtt at Danmark og donskum viðurskiftum burturav. Føroyska fólkatingsvalevni stúrir tó ikki fyri, at tað kann koma henni aftur um brekku, at hon í roynd og veru hevur tveir politiskar profilar.

– Eg havi hugsað sera nógv um tað. Mín niðurstøða er, at Føroyar og føroysk viðurskifti ikki fylla nógv í Danmark. Men tað hevur stóran týdning fyri meg, og kemur tí eisini at merkja mín politikk. Eg havi allan mín persón við inn í politikk. Tí kann eg ikki velja eina síðu fram um eina aðra, greiðir Annika frá. Av júst somu orsøk hevur hon eisini gjørt ein danskan faldara, har hon varpar ljós á nøkur onnur evni enn tey, ið koma til sjóndar í føroyska faldaranum.

– Tað liggja fleiri møguleikar í hesum, enn um eg bara hevði ein danskan ella ein føroyskan profil til valið. Margfeldni gevur mær og flokkinum nøkur heilt onnur ting at arbeiða við. Vit kunnu eisini røkka eitt vet longri út og nærri veljarunum, fortelur Annika og nevnir eitt nú Villy Søvndal, sum herfyri var í Føroyahúsinum og kjakaðist við føroyskar ungdómar. Tað er neyvan sætt áður og uttan at Annika á nakran hátt átekur sær heiðurin av hesum, eigur hon helst sín stóra lut í, at formaðurin í SF vitjaði til pallborðskjak á Vesterbrogade 17.

Øgiligur spenningur

Um ymsu bakgrundirnar fara at røkka so langt sum til ein fólkatingssess, fer tíðin at vísa. Greitt er tó, at valið nærkast hvønn dag, sum gongur. Men onkursvegna tykist valfepurin at hava lagt seg eitt sindur, eftir at alt var uppi at kóka stutt eftir árskifti og eygleiðarar spáddu, at Lars Løkke Rasmussen fór at útskriva val longu í apríl. Persónliga er støðan hjá Anniku Smith heilt øðrvísi, hóast fjølmiðlarnir ikki blása eina valsøgu søgu upp og aðra eftir í løtuni.

– Hjá mær økist spenningurin hvønn dag. Við mínum starvi á Christiansborg eri eg tættast upp á allar søgurnar, sum ganga, so tað er næstan ov spennandi, greiðir Annika frá og nevnir eitt dømi.

– Eg havi millum annað hoyrt, at Venstre hevur leigað DGI-byen í apríl. Spurningurin er so, hví tey gera tað júst tá, spyr Annika Smith flennandi. Sjálv loyvir hon sær tó at ivast í, at tað skal brúkast til veitsluna eftir fólkatingsvalið.

– Hevði eg verið Lars Løkke, hevði eg ikki útskrivað val beint nú. Samgongan hevur ov mikið at tyngjandi málum at dragast við, og tað seinasta í røðini er Hornbech. Hinvegin má tað metast at vera søguligt, at andstøðan stendur so sterk og so savnað sum nú, sigur Annika Smith, sum tískil einki hevði havt í móti, um val varð skjótt.

Annika Smith er eitt av 16 valevnum, sum eru uppstillað fyri SF í Keypmannahavn, har gitt verður, at triðingur av hesum sleppur á Fólkating. Sjálvt valið verður í seinasta lagið 13. november í ár.

FAKTA:

Annika Smith er fødd 11. juli 1976. Er av Tvøroyri, men hevur búð størsta partin av lívinum í Danmark. Er útbúgvin kandidatur í menning og altjóða viðurskiftum. Starvast sum politiskur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum, men hevur annars arbeitt fyri eitt nú ST í New York, í ES-kommisjónini og føroysku sendistovuna í Brússel. Er limur í landsnevndini hjá SF og fólkatingsvalevni hjá flokkinum.

Af Rólant Waag Dam

Portræt om Annika Smith bragt i Sosialurin den 4. marts 2011