Tá ið talan er um samkyndarættindi, hava Føroyar nógv at læra – men vísdómurin er kanska ikki at finna í Danmark.
Óreint í! Nú eydnaðist tað aftur Jenisi av Rana at stempla Føroyar sum eitt tilafturskomið, reaktionert land, nú hann lat sítt homofobiska kenslulag forðað honum í at eta døgurða saman við Jóhonnu Sigurdardóttir og konu hennara.
Føroyingar, búsitandi í Danmark, hava borið í bøtuflaka fyri hansara ótýdliga atburð og roynt at greiða umheiminum frá, at flestu føroyingar meina nakað annað og minni fordømandi enn tað miðaldarliga trongskygni Jenis og Miðflokkurin umboða. Vit royna framvegis at bøta um okkara umdømi. Á konsertferð í Íslandi bar tónleikabólkurin ’200’ umbering fram vegna føroyingar. Onnur gera tað á Facebook og aftur onnur umbera seg í bløðunum.
Hjálandahaftið táttar í
Tað er sjáldan lættvunnið at verja Føroyar mótvegis teimum danskarum, ið framvegis hava ta fatan, at hjálandi Føroyar og føroyingar sum tegnur í ríkisfelagskapinum skulu geva seg undir donsk harraboð. Og tá ið Jenis av Rana, ið er kendur maður eisini í Danmark, orðar seg fávitskut og ber seg ljótt at, eru danir beinan vegin til reiðar at leggja uppí at bjarga hesum neyðars føroyingunum burtur úr teirra andaliga sjálvsøkni.
Henda hugburð hevur LGBT (Landsforeningen for bøsser, lesbiske, biseksuelle og transpersoner) víst. Aftaná diplomatiska stuntið hjá Jenisi av Rana, skýrdu tey Føroyar ’menningarland’ og kravdu, at vit skuldu taka við læru frá Danmark og tí donsku samkynda-lóggávuni. Hóast eg kenni somu vreiðina ímót Jenisi av Rana, so eri eg ikki samd í, at Føroyar eiga at fylgja Danmark. Vit áttu heldur at tikið Ísland og Svøríki sum fyrimyndir. Borið saman við Danmark hava hesi bæði londini hert innsatsin ímóti níðingsgerðum, strikað tær mannminkandi greinirnar í lóggávunum og játta samkyndum at verða vígd í kirkju. Síðst nevndu rættindi hava samkynd eisini í fleiri evropeiskum londum og í fleiri serstatum í USA. Í so máta er Danmark eftirbátur.
Føroyar kann leggja Danmark afturum
Sum fólkatingevni fyri SF og føroyingur, búsitandi í Danmark tykist mær, at bæði í Føroyum og í Danmark verður drála ov nógv við at broyta lóggávuna soleiðis, at tær sýna eins rættindi fyri allar samfelagsbólkar.
Tað eru fleiri føroyingar við mær, ið eru leiddir av religiøsum ørvitistosi, og sum hava fyrimyndir í Íslandi og tí íslendska forsætisráðharranum í stríðnum fyri rættindini hjá samkyndum.
Við Íslandi og Svøríki sum fyrimynd kunna Føroyar leggja seg á odda, at vit kunna læra Danmark setningin, tá ið afturhaldspolitikarar royna at reka okkum aftur í miðaldarmyrkri.
Av Anniku Smith, fólkatingsevni fyri SF.
Debatindlæg bragt i Sosialurin den 29. oktober 2010