Skip to main content
Annika i pressenFærøerne

Eftirskúlin – ein íløga í Føroya framtíð

By 12. maj 2011oktober 22nd, 2017No Comments

“Hurrið nú hasa útbúgvingina ígjøgnum og komið út á arbeiðsmarknaðin! Og syrgið fyri at velja fak og útbúgving, sum spurt verður eftir á arbeiðsmarknaðinum, so tit kunnu økja um produktivitetin og vøksturin í samfelagnum”. Tað eru tey gróthørðu boðini, sum nógvir politikarar senda teimum ungu í dag. Útbúgvingar, sum ikki hava beinleiðis relevans fyri vinnulívið, skulu køvast. Skúlarnir og hægri útbúgving verða spard burtur sum ongantíð fyrr.

Í krepputíðum ljóðar hetta kanska bæði rímiligt og skilagott. Men vit skulu ansa eftir, at vit ikki spara okkara egnu framtíð í hel í strembanini eftir at basa fíggjarligu ruðuleikanum. Sinniligur og væl útbúgvin ungdómur er júst tað sum vit – í Danmark og Føroyum – skulu liva av í komandi tíðum. Skulu vit varðveita vælferðina og verja okkum fyri framtíðar kreppum, skulu vit gera íløgur í útbúgvning og eftirskúla – og ikki skerja.

Sparing uttan visjón

Í Danmark eru útlit fyri, at stjórnin heldur, at øll útbúgving verður vigað soleiðis, at hon bara tænir vinnilívinum. Avleiðingin, haldi eg, kann verða, at eitt uppihald á eftirskúla ella háskúla, er sum frá líður yvirhøvur eitt tilboð um eitt bland av bókligum og kreativum fakum, ið verður stemplað sum óviðkomandi ítriv við politiskari niðurprioritering. Danska stjórnin hevur sostatt eisini boðað frá, at sparast skulu 300 milliónir til danskar eftirskúlar til 2013. Í Føroyum eru eisini sparitíðir, ið forða fyri ætlanini um at byggja eftirskúlan í Hvalba. Tað er skilligt. Men kortini fari eg uppí ta fylkingina, sum í staðin mælir til at gera íløgur nú í útbúgving og eftirskúlar. Hví? Tí tað er vinningur í framtíðini. Tað er tað, vit skulu liva av.

Ein viningur fyri framtíðar vinnulívið

1. Eftirskúlin lærir tey ungu at velja skilagott:

Tann persónliga menningin, tú fært á einum eftirskúla, hevur virði, sum ikki kann metast í krónum og oyrum, men sum heldur verður mett í búningini hjá tí einstaka og at fáa greiði á hvørja yrkisleið, tann einstaki velur.

Kanningar vísa, at eftirskúlin ger tey ungu meiri motiverað til bæði at fara undir og fremja eina ungdómsútbúgving. Við ungdómsútbúgving kann samfelagið spara nógvar útreiðslur og byrgja fyri persónligum ósigri hjá tí einstaka.

2. Eftirskúlin lærir tey ungu at taka ábyrgd og vera við í felagskapinum.

Týdningarmesta læran á einum eftirskúla er kanska, at tú umframt ábyrgdina av tær sjálvum eisini lærir at taka ábyrgd av teimum medmenniskjum, tú ert saman við. Tú ert ein partur av einum neyvum sosialum umhvørvi, ið er ein avbjóðing í viðburði og andgletti. Tey liva nær saman, sova, eta, hugna sær, flenna, gráta og loysa ósemjur í felag. Og tú sannar, hvat tað er at vera ein partur av einum felagsskapi. Ábyrgdin av samveruni við hini ger tann einstaka sosialt dugnaligan og sosialt føran fyri at loysa trupulleikar í felag. Tað eru júst hesir førleikar, sum vinnulívið spyr eftir, og sum gagna samfelagnum – eisini í framtíðini.

3. Eftirskúlin ger spennandi vaksin

Eitt eyðkenni fyri eftirskúlan er júst linjufak, ið geva næmingunum møguleika fyri at røkja síni áhugamál og sínar førleikar. Teir 263 eftirskúlarnir í Danmark profilera seg við tilboðum sum máli, tónleiki, ítrótti, tøkni, religión, sniðgeving og sjónleiki sum ískoyti til meiri traditionell fak. Við tí víðfevnda útboðnum av áhugavendum linjufakum er altíð eitt gott høvi hjá tær at læra júst tað, tær dámar best, at skapa og arbeiða tvørfakliga. Hetta gevur ein spennandi og kreativan profil sum vaksin, og vinnan og samfelagið annars fara at spyrja eftir tær. Hetta eru bara nakrar grundir til, hví tað er so umráðandi at gera íløgur í eftirskúlan – eisini í nýggja eftirskúlan í Hvalba – í staðin fyri at spara skúlan burtur.

Eitt menniskjansligt akvarium

Eg eri sjálv ættað úr Suðuroynni og haldi, at ein eftirskúli í Hvalba hevði verið ein frálík íløga hjá lokalsamfelagnum – og ikki minst hjá føroyska ungdóminum. Tað er alfa og omega at skapa eitt spennandi útbugvingartilboð og eitt gott frítíðarumhvørvi, sum hjá teimum ungu er kappingarført við Danmark og allan heimin annars.

Tine Bryld hevur lýst eftirskúlar sum “eitt menniskansligt læripláss, ein kundi unt øllum. Eitt slag av akvarium við avbjóðingum í tryggum karmi, at tú soleiðis verður betur búgvin fakliga og sosialt, áðrenn tú svimur út í heimshavið.” Eg haldi, tað er ógvuliga sigandi fyri tann møguleika, sum føroysk og kanska eisini donsk menningarhugað ung kunnu fáa í einum eftirskúla í Hvalba.

Avgerandi fyri framtíðina hjá teimum ungu

Eg havi ikki sjálv gingið í eftirskúla. Men eg havi gingið í háskúla og minnist tað sum nakað av tí mest avbjóðandi og búnandi, eg havi roynt. Uppihaldið gav mær hugin til at fáast við politikk, og tað gjørdi sítt til, at eg eri poltiskt aktiv og nú stilli upp til fólkatingið fyri SF.

Tað háskúlaskeiðið, sum eg tá stúrdi fyri, kanska fór verða burturspilt tíð og pengar, vísti seg at verða avgerandi fyri mína framtíð og fyri mína avgerð um at vera virkin í felagsskapinum og samfelagnum. Eg hevði ikki viljað verið tað fyri uttan fyri eina millión – uttan so, at eg nettupp hevði havt møguleikan fyri at kunna farið á eftirskúla í Hvalba.

Efterskulin